- Tíðindi, mentan og ítróttur
250 fleiri løntakarar í februar
250 fleiri løntakarar í februar
Nú eru umleið 27.200 løntakarar í landinum
Mynd: Savnsmynd
11.03.2022 - 11:40
Fleiri fólk fingu løn í februar enn sama mánað í fjør. Tað boðar Hagstovan frá.
Knappliga 27.200 vóru í løntakaraskaranum í februar. Tað eru slakir 250 fleiri enn í februar í fjør, og vøksturi er eitt lítið prosent.
Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður.
Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist løntakaratalið aftur at vaksa, sigur Hagstovan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV