Sendimaðurin: Trupult at liva í Moskva

bannari
Sendimaðurin: Trupult at liva í Moskva
Sendimaður Føroya í Russlandi hevur fingið tilmælt at fáa konu og børn úr Moskva. Sjálvur fer hann at vera verandi í Russlandi so leingi tað er ráðiligt.
Hákun J. Djurhuus er føroyskur sendimaður í Moskva
 
10.03.2022 - 08:34

Føroyski sendimaðurin í Russlandi, Hákun J. Djurhuus, fór fyrranáttina langa teinin úr Moskva í bili til finska markið við familju síni.

- Tað er trupult at liva í Moskva, og mælt var okkum til at fáa familjuna úr landinum, sigur Hákun Djurhuus úr bilinum í Svøríki í morgun. 

Martial Law - ella hernaðarlig undantaksstøða - er ein krígsrættarstøða, har hernaðarliga valdið í landinum fær nærum óavmarkaðar heimildir í t.d. krígsstøðum sum hesari.

Martial law er ikki sett í gildi í Russlandi enn, men Hákun J. Djurhuus sigur, at stúrt verður fyri, at undantaksstøðan kann verða sett í verk. Og millum annað tí eru fólk farin at streyma móti finska markinum

Føroyar hava eina diplomatiska sendistovu í Russlandi, og við tí fylgir ábyrgd, heldur sendimaðurin, sum sjálvur fer til Russlands aftur í vikuni, og verður har so leingi tað er ráðiligt. 

 

Hoyr samrøðubrot við Hákun J. Djurhuus her:

 

1514147

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 9 og 12.20

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109