- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú eru 53.752 fólk í Føroyum
1. februar vóru 53.752 fólk í Føroyum, vísa nýggj tøl frá Hagstovuni.
784 fólk løgdust aftrat seinasta árið, og vøksturin er 1,5 prosent.
Tað er sami luftfalsligi vøkstur, sum hevur verið fleiri undanfarin tíðarskeið, og heldur gongdin fram, verða vit 54.000 fólk um fáar mánaðir, væntar Hagstovan.
Nettoflytingin 538 fólk
Ein triðingur av vøkstrinum stavar frá burðaravlopinum, sum var 246 fólk, og tveir triðingar stava frá nettoflyting, sum hevur verið 538 fólk seinasta árið.
Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð, og nettoflytingin er munurin millum til- og fráflyting.
Seinasta árið hevur verið fólkavøkstur í øllum økjum uttan í Sandoynni. Afturgongdin í Sandoyar-økinum var 2,2 prosent.
Størsti vøkstur var í Suðurstreymi og í Eysturoynni, 2.1 prosent.