- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partabrøvini í Atlantic Petroleum níggjufaldað í virði
Partabrøvini í Atlantic Petroleum níggjufaldað í virði
Bara í morgun hækkaðu partabrøvini 135 prosent. Felagið hevur onga inntøku og negativan eginpening
Mynd: Savnsmynd
09.03.2022 - 11:26
Partabrøvini hjá Atlantic Petroleum eru hækkað óvanliga nógv í virði. Seinastu fimm dagarnar eru partabrøvini í felagnum hækkað 900 prosent.
Og bara í morgun eru partabrøvnini hækkað 135 prosent, skrivar Ekstrablaðið.
Sambært Mark Højgaard, stjóra í Atlantic Petroleum, hevur felagið ikki latið nakra frágreiðing til keypsskálan í seinastuni. Partafelagið hevur heldur
ongar inntøkur havt í seinastuni.
Og Atlantic Petroleum hevur eisini negativan eginpening í løtuni.
Føroyingar eiga framvegis í Atlantic Petroleum. Betri Banki er millum stóru partaeigararnar,
Hoyr Mark Højgaard, stjóra, her:
1513878
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV