Ingerð skal føra nýtt og stórt skip

Ingerð skal føra nýtt og stórt skip
Ingerð Klein Thorhauge úr Vestmanna er einasta kvinna, sum er skipari hjá reiðarínum Cunard Line, ið byggir nýtt skip fyri fýra milliardir kr.
Ingerð Klein Thorhauge er í løtuni skipari á Queen Elizabeth hjá reiðarínum Cunard Line, men um tvey ár fær hon nýtt og størri skip at føra.
 
09.03.2022 - 08:25

Ingerð Klein Thorhauge úr Vestmanna verður skipari á nýggja skipinum hjá Cunard Line, Queen Anne, sum kemur í 2024.

Tað kunngjørdi Cunard Line í gjár, altjóða kvinnudagin.

Queen Anne kostar fýra milliardir krónur at byggja og tekur 3.000 ferðafólk.

Ingerð Klein Thorhauge, sum býr í Svendborg í Danmark, er nú skipari á Queen Elizabeth, sum er nýggjasta skipið hjá Cunard.

 

Einasta kvinna

Hon er framvegis einasta kvinnan, sum er skipari hjá reiðarínum.

Cunard var stovnað í 1840. Queen Anne verður skip nummar 249 hjá reiðaríinum. 

Ingerð Klein Thorhauge hevur í ár verið í 25 ár hjá Cunard. Hon bleiv skipari í 2010.

Ingerð Klein Thorhauge varð útbúgvin skipsførari í Svendborg Navigationsskole í 1994.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109