- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Bústaðir til Almannaverkið og støðan hjá Strandferðsluni
Í løtuni standa umleið 150 fólk á bíðilista hjá Almannaverkinum, og av teimum hoyra umleið ein triðingur til málbólkin hjá felagnum Javna, har fólk við menningartarni í stóran mun eru limir.
Tey flestu bíða eftir bústaði í Suðurstreymoy.
Fía Petersen, forkvinna í Javna, vísir á, at nú eru 42 ár síðani, at seinasta sambýlið var bygt í høvuðsstaðnum.
Strandferðslan í framtíðini
Skott eigur at verða millum politisku skipanina og Strandferðsluna, og flutningsskyldan má skipast betur.
Tað er nakrar av høvuðsniðurstøðunum í frágreiðingini um Strandfaraskip Landsins, sum ein arbeiðsbólkur læt úr hondum í gjár.
Vit tosa við formannin í arbeiðsbólkinum og stjóran í Strandferðsluni, og tikið verður samanum við einum politiskum kjaki um framtíðina hjá Strandferðsluni.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.