- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuprísurin hækkar eisini nógv hjá okkum
Oljuprísurin hækkar eisini nógv hjá okkum
Vit brúka nógva olju, og tá prísurin er komin upp í 140 dollarar fyrit tunnuna, fær tað ávirkan, sigur stjórin í Magn
08.03.2022 - 18:00
Oljuprísurin hækkar við rúkandi ferð, og hann kom í morgun upp í 140 dollarar fyri tunnuna.
Fleiri lond í vesturheiminum tosa um at gevast at keypa olju úr Russlandi, og tað fekk virkandi forsætisráðharran í Ruslandi, Alexander Novak, at boða frá, at so kann prísurin hækka upp í 300 dollarar fyritunnuna.
Vit brúka nógva olju í Føroyum, og tá prísurin er komin upp í 140 dollarar fyri tunnuna, so hevur tað ávirkan, sigur Finn Jakobsen, stjóri í Magn:
1513682
Í løtuni kostar ein litur av bensini 13,01 kr. og av dieseli 11,21 kr.
1000 litrar av olju til húsarhald kosta 10.475 kr.
Finn Jakobsen er stjóri í Magn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV