- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsinnsavningin hjá Bláa Krossi útsett
Landsinnsavningin hjá Bláa Krossi útsett
Innsavningin, sum skuldi verða 27. mars, verður flutt til 1. oktober
08.03.2022 - 10:49
Árliga landsinnsavningin hjá Bláa Krossi Føroya, ið eftir ætlan skuldi verða sunnukvøldið 27. mars, og sendast beinleiðis í Kringvarpinum, verður útsett til í heyst.
Blái Krossur sigur, at felagsskapurin vil geva rúm og pall til at stuðla hjálpararbeiðnum, ið einstaklingar og neyðhjálparfeløg taka stig til, nú kríggj herjar í Ukraina.
Árliga landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi Føroya verður í staðin leygarkvøldið 1. oktober.
Talan verður um eina beinleiðis sending í Kringvarpinum, við samrøðum, innsløgum um virksemið hjá Bláa Krossi og tónleiki.
Peningurin, ið kemur inn, fer m.a. til fyribyrgjandi arbeiðið hjá Bláa Krossi millum børn, ung og familjur í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV