Kundar í Betri trygging fáa 40 mió. kr. í vinningsbýti

Kundar í Betri trygging fáa 40 mió. kr. í vinningsbýti
Kappingarráðið sigur, at vinningsbýti ella afturbering er ikki í stríð við kappingarlógina
Vinningsbýtið hjá Betri trygging í ár er 40 mió. kr.
 
08.03.2022 - 08:34

Betri hevur fingið loyvi frá Kappingarráðnum at lata teimum, sum hava trygging í Betri trygging, vinningsbýti ella afturbering.

Tað er ikki brot á forboðið móti at misnýta ráðandi støðu sambært kappingarlógini, sigur Kappingarráðið.

Nevndin í Ognarfelagi tryggingartakaranna hevur avgjørt, at vinningsbýti skal rindast limunum í felagnum. 

Limirnir eru tryggingartakararnir hjá Betri trygging.

 

Fíggjarliga væl fyri

Grundgevingarnar fyri at rinda vinningsbýti eru, at felagið nú er nóg væl fyri fíggjarliga, og at leisturin hjá felagnum er slík afturbering.

Leiðslan í partafelagnum Betri hevur tí biðið Kappingarráðið vátta, at hetta ikki er í stríð við kappingarlógina.

Og tað hevur kappingarráðið nú gjørt.

Vinningsbýtið í ár er 40 mió. kr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109