- Tíðindi, mentan og ítróttur
Foreldur fáa endurgjald fyri skert virksemi á dagstovni
Foreldur í Havn, sum hava havt børn í dagstovni, har virksemi hevur verið skert í síðani 1. mars, fáa nú endurgjald, sigur Tórshavnar kommuna.
Nakrir dagstovnar í Tórshavnar kommunu vanta starvsfólk og hava tí skert virksemi. Hóast korona er farið, er starvsfólkatrot orsøk til, at foreldur ikki hava fult tilboð frá avvarðandi dagstovni.
Starvsfólkatrotið ein avbjóðing
Starvsfólkatrot er alsamt størri avbjóðing fyri dagstovnaøkið. Í nøkrum førum verður dagurin hjá børnunum styttur, ella tey eru heima ávísar dagar.
Málið hevur verið viðgjørt í dag, og semja er um eina afturgjaldsskipan.
- Tá ið kommunan sostatt ikki veitir fulla tænastu, er avgjørt, at frá 1. mars verður foreldragjaldið afturgoldið í lutfalli við longdina av skerda virkseminum, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini við heimasíðuna hjá kommununi.