- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Støðan í Ukraina og nevndarval í BankNordik
Russiska innrásin í Ukraina heldur fram á 12. degi.
Enn megna ukrainar at halda tørn í teimum størstu býunum, men russiska krígsmaskinan nærkast alsamt.
Vit frætta tað nýggjasta úr ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, har Rasmus Tantholdt er staddur, og frá okkara egna John Johannesen, sum er staddur í grannalandinum, Póllandi.
Øll nevndin í BankNordik verður skift á næsta aðalfundi. Tað hendir eftir fráboðan frá fýra av teimum fimm stóru eigarunum.
Sostatt skal BankNordik hava sítt fjórða forfólk í tvey ár.
Men hvat er tað tekin um, tá ein heil nevnd verður skift?
Tann spurningin viðgera vit saman við Eyðfinni Reyðberg, fyrrverandi bankastjóra og greinara.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.