- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lutakast um nevndarsess
Lutakast um nevndarsess
Pedagogfelagið og Starvsfelagið høvdu aðalfund leygardagin
Mynd: Pedagogfelagið
07.03.2022 - 08:59
Lutakast var um ein nevndarsess í Pedagogfelagnum á aðalfundnum leygardagin.
Gunnvá Akraberg Hansen stillaði upp, og Valborg H. Hammer og Harald Joensen, sum bæði vóru í nevndini, tóku við afturvali.
Valborg H. Hammer fekk nógv flestar atkvøður. Men Gunnvá A. Hansen og Harald Joensen fingu bæði 214 atkvøður í part.
Síðani var lutakast, sum Gunnvá A. Hansen vann. Harald Joensen er nú tiltakslimur.
Nýggir nevndarlimir í Starvsfelagnum
Starvsfelagið hevði eisini aðalfund leygardagin.
Har komu Hildigerð Djurhuus og Hergeir Staksberg í nevndina. Tey eru bæði nýggj í nevndini.
Hilmar Augustinussen, sum var í nevndini, stillaði eisini upp. Hann er nú tiltakslimur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV