H71 dømt at tapa 10-0

H71 dømt at tapa 10-0
Hoyvíkskvinnur møttu ikki til dystin í Ukraina, tí Russland hótti við kríggi
Umframt at tapa dystin, skal H71 eisini rinda 52.000 kr. í bót
 
04.03.2022 - 14:10

H71 er dømt at tapa 10-0 fyri HC Galychanka Lviv, tí tær ikki møttu til fyrra dystin í undankappingini .

Tað hevur altjóða hondbóltssambandið gjørt av.

Tískil hava ukrainsku hondbóltskvinnurnar úr Lviv vunnið dystin á H71.

Orsøkin til, at H71 ikki møtti til dystin í Lviv, var krígshóttan úr Russlandi. 

Ukrainsku kvinnurnar vunnu seinna dystin í Føroyum við einum máli, 27-26.

Ukrainsku kvinnurnar fara tískil víðari til hálvfinaluna í EHF European Cup Women.

H71 er eisini fingið eina bót frá EHF upp á 52.000 krónur.

 

Hoyr samrøðu við Onnu Dam, forkvinnu í H71, í útvarpstíðindunum:

 

1513015


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109