- Tíðindi, mentan og ítróttur
500 fleiri bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum í februar
500 fleiri bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum í februar
Í alt koyrdu 4.439 bilar í tunlinum í miðal um samdøgrið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
04.03.2022 - 09:51
Næstan 500 fleiri bilar koyrdu í miðal gjøgnum Eysturoyartunnilin í februar enn í januar.
Í alt koyrdu 4.439 bilar í tunlinum í miðal um samdøgrið.
Millum Eysturoy og Streymoy koyrdu knapt 3.800 bilar í februar, og millum Rókina og Strendur 643.
Men hóast fleiri bilar koyrdu í tunlinum í februar enn í januar, er tað kortini framvegis væl minni, enn upprunaligu metingarnar søgdu.
Landið hevur tryggjað Eystur- og Sandoyatunlum inntøkur, sum svara til stívliga 6.000 akfør um samdøgrið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV