Sethúsaprísirnir hækkaðu mest í Eysturoynni, Vágum og Suðuroynni

Sethúsaprísirnir hækkaðu mest í Eysturoynni, Vágum og Suðuroynni
Bústaðarbyrðan í Havn er í løtuni 34 prosent
Bústaðarbyrðan í Havn er í løtuni 34 prosent. Bústaðarbyrðan sigur, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt húski skal brúka fyri at fíggja síni sethús.
Mynd: Savnsmynd  
 
02.03.2022 - 08:52

Sethúsaprísirnir í Føroyum hækkaðu nógv í 2021.

Serliga í smærru økjunum hækkaðu prísirnir lutfalsliga mest í 2021, skrivar Betri banki.

Í Eysturoynni, Vágum og Suðuroynni hækkaðu prísirnir millum 19,5 og 25 prosent. Í høvuðstaðarøkinum og í Klaksvík hækkaðu prísirnir ávikavist 12 og níggju prosent.

Miðalprísurin fyri eini sethús í høvuðstaðnum er nú komin upp í 3,7 mió. kr.

Miðalprísurin fyri Føroyar var 2,3 mió. kr. í 2021. 

Eini miðal sethús kosta nú 1,9 mió. kr. í Eysturoynni.

 

Bústaðarbyrða

Bústaðarbyrðan í Tórshavn er í løtuni 34 prosent. 

Í Eysturoynni er bústaðarbyrðan 19 prosent og fyri allar Føroyar er talið 23 prosent.

Hetta svarar til ein miðalvøkstur, sum er trý prosentstig samanborið við 2020.

Bústaðarbyrðan sigur, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt húski skal brúka fyri at fíggja síni sethús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109