BankNordik letur stórt vinningsbýti

BankNordik letur stórt vinningsbýti
Nevndin mælir til at velja Biritu Sandberg Samuelsen, advokat, og Kristian Reinert Davidsen, stjóra í Tusass í Grønlandi, til nýggjar nevndarlimir í bankanum
Jóhanna Lava Køtlum er forkvinna í nevndini fyri BankNordik, sum hevur aðalfund 25. mars.
 
02.03.2022 - 08:41

Fríggjadagurin 25.mars verður ein góður dagur hjá teimum, sum eiga partabrøv í BankNordik, tí tá fer bankin at lata góðar 40 kr. í vinningsbýti fyri partabrævið.

Nevnd bankans fer á aðalfundinum at mæla til at lata 14,17 kr. í vinningsbýti fyri 2021, tað svarar til helvtina av yvirskoti samtaksins, 136 mió kr. 

Haraftrat koma 26,04 kr. í serstøkum vinningsbýti, tí bankin seldi danska virksemið hjá sær.

Nýggir nevndarlimir

Nevndin fer eisini at mæla til, at nýggir nevndarlimir verða Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, og Kristian Reinert Davidsen, stjóri í Tusass, sum fyrr var Tele Grønland.

Hini í nevndini skulu veljast aftur, mælir nevndin til.

Tey eru Jóhanna Lava Køtlum, sum er forkvinna, Jógvan Jespersen, næstformaður, og Michael Ahm.

Í nevndini nú eru eisini Sverre Bjerkeli og Ben Arabo.

Haraftrat eru tvey fólk fyri starvsfólkini og eitt fyri samtakið í nevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109