- Tíðindi, mentan og ítróttur
56 feløg endaðu í Skiftirættinum í fjør
56 feløg endaðu í Skiftirættinum í fjør
Tann 23.februar vóru 499 íverksetarafeløg skrásett í Føroyum, 2841 smápartafeløg og 379 partafelag
02.03.2022 - 11:05
Skrásetingin sendi 56 feløg í Skiftirættin til avtøku í fjør.
Talan var um 17 íverksetarafeløg og 39 smápartafeløg.
Tey fimm árini, frá 2017 til 2021, sendi Skrásetingin 280 feløg í Skiftirættin til avtøku. Millum annað er talan um 58 íverksetarafeløg.
Tann 23.februar vóru 499 íverksetarafeløg skrásett í Føroyum, 2841 smápartafeløg og 379 partafelag.
Síðani 1.januar 2017, tá til bar at skráseta íverksetarafeløg, eru 594 íverksetarafeløg skrásett í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV