Vit eru virkin í frítíðini

Vit eru virkin í frítíðini
Nýggj kanning vísir, at 65 prosent av teimum vaksnu bæði íðka ítrótt og ganga til frítíðarítriv
Fleiri kvinnur enn menn íðka bæði ítrótt og ganga til frítíðarítriv, vísir kanningin.
Mynd: Savnsmynd  
 
01.03.2022 - 08:33

So at siga allir føroyingar eru virknir í frítíðini.

Tað vísir kanningin, sum eitur "Framtíðar frítíðarvanar og savningarstøð í Føroyum."

Hon verður løgd fram á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í morgin. Har eru øll áhugað vælkomin, men neyðugt er at melda til.

Sambært kanningini eru bara fýra prosent av vaksnum føroyingum, sum hvørki íðka ítrótt ella ganga til frítíðarítriv. 

65 prosent ítrótt og frítíðarítriv

Kanningin vísir, at 65 prosent av teimum vaksnu bæði íðka ítrótt og ganga til frítíðarítriv.  24 prosent íðka bara ítrótt, og sjey prosent ganga bara til frítíðarítriv.

Fleiri kvinnur enn menn íðka bæði ítrótt og ganga til frítíðarítriv.

Idrættens Analyseinstitut gjørdi kanningina fyri Kommunufelagið, nakrar av størstu kommununum í Føroyum, Uttanríkis- og Mentamálaráðið, ÍSF, Føroya ungdómsráð, Fróðskaparsetrið, Fólkaheilsuráðið og Lokale og Anlægsfonden. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109