- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv færri nýggir bilar skrásettir í februar
Nógv færri nýggir bilar skrásettir í februar
Serliga eru tað persónbilarnir, sum er færri í ár
01.03.2022 - 08:28
Nógv færri nýggir bilar vóru skrásettir í februar í ár enn í februar í fjør.
Munurin er 88 akfør, 130 í ár og 218 í fjør.
Serliga eru tað persónbilarnir, sum er færri í ár.
Teir vóru 99 í februar í ár og 158 í februar í fjør.
Innfluttir brúktir bilar eru fleiri í ár, men tølini eru smá, 26 akfør í februar í ár og 14 í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV