Hav Nes ársins skip í FAS

Hav Nes ársins skip í FAS
Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg
Hav Nes er ársins skip í Føroysku altjóða skipaskrásetingini
Mynd: Navigare Shipping  
 
01.03.2022 - 08:43

Sjóvinnustýrið hevur kosið Hav Nes hjá Navigare Shipping í Søldarfirði til ársins skip í FAS í 2021.

Tvey skip býta annað plássið millum sín. Tey eru Listervik og Sjóborg.

Sjóvinnustýrið letur hvørt ár heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit í skiparakstri og trygd í undanfarna ári.

Væl rikin og trygg

Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. 

Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum.

Flaggið fær eitt gott páss á hvíta listanum hjá Paris MoU. Hetta hevur alt at siga fyri marknaðarføringina hjá FAS-skipanini. 

Norrøna var ársins skip í 2014. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109