- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsroyndin ikki ásett enn
Semingsroyndin ikki ásett enn
28.02.2022 - 09:25
Enn er ikki ásett, nær semingsroyndin verður í sáttmálasamráðingunum millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.
Partarnir sendu boð eftir Semingsstovninum fyri tveimum vikum síðani.
Semingsstovnurin skuldi fyrst avgreiða sáttmálasamráðingarnar millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum samdust um nýggjan sáttmála mikudagin.
Sáttmálin millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið var galdandi til 1.oktober 2020.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV