- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava ruddað fleiri túsund rúmmetrar
Hava ruddað fleiri túsund rúmmetrar
Tað ganga nakrir dagar, til Elduvíkarvegurin letur uppaftur fyri ferðslu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
28.02.2022 - 13:16
Skriðan, sum leyp á Elduvíkarvegin um vikuskiftið, var so stór, at Landsverk hevur ruddað fleiri túsund rúmmetrar av gróti og øðrum tilfari burtur.
Tað er framvegis ikki koyrandi á Elduvíkarvegnum, men ferðslan verður leidd ígjøgnum nakrar ferðir um dagin.
Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at tað fer at taka nakrar dagar, til vegurin letur uppaftur fyri vanliga ferðslu.
Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Árna Jacobsen í útvarpstíðindunum:
1511945
Myndirnar tók Bjarni Árting Rubeksen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV