- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fróðskaparsetrið fordømir innrásina í Ukraina
Fróðskaparsetrið og Ráð teirra lesandi á Setrinum hava sent út yvirlýsing um russisku innrásina í Ukraina.
Setrið og Ráðið taka fult undir við útsagnum hjá Landsstýrinum, og fordøma upp á tað harðasta russisku innrásina í sjálvstøðuga landið, Ukraina.
- Vit sýna samhuga við ukrainska fólkinum og stríð teirra ímóti innrásini. Vit stúra fyri teimum avleiðingum, sum russiska innrásin hevur fyri frið og trygd í Evropa og heimin sum heild, siga Setrið og Ráðið fyri lesandi á Setrinum í yvirlýsingini.
Friðarlig samtilvera
Yvirlýsingin er send út í fullari semju við Ráð Teirra Lesandi á Fróðskaparsetrinum.
Týðandi leiklutur hjá hægri lærustovnum er at útbúgva alheimsborgarar við áliti á friðarliga samtilveru og samskifti millum tjóðir og við sjálvsøgdum rætti til útbúgving og gransking uttan ófrið og ágang.
- Vit heita á og mæla staðiliga til, at hernaðarligu atsóknirnar á Ukraina steðga, at altjóða lóg verður vird og at loysnir finnast á stríðsmálunum á friðarligan og diplomatiskan hátt, skriva Setrið og Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetinum.