- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Støðan í Ukraina og formansskifti í Fólkaflokkinum
Seinastu tvey árini hevur koronufarsóttin verið á tíðindabreddanum, men nú er tíðindarenslið á tremur við kríggi.
Verður ein kreppa avloyst av einari aðrari og einum nýggjum ótta? Og hvat ger hetta við okkum, nú kirkjur í dag lata hurðarnar upp at biðja fyri friði?
Og nú formaðurin í Fólkaflokkinum í gjár endaliga boðaði frá, at hann ikki stillar uppaftur sum formaður, hvør fer so at føra flokkin víðari, og hvør megnar at savna ein flokk, sum sjáldan, um nakrantíð, hevur verið so syndraður sum nú?
Breddin greinar støðuna og formansevnini í Fólkaflokkinum, og vit frætta vit eisini úr Ukraina, har russar aftur í nátt hava skotið við rakettum.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.