22 bilførarar fingið klipp í koyrikortið

22 bilførarar fingið klipp í koyrikortið
Løgreglan hevur hesa vikuna gjørt ferðslukanningar við skúlar, har kannað verður um børn sita í trygdarbelti
 
25.02.2022 - 18:20

Kanningar vóru gjørdar við fleiri skúlar í Havn, á Strondum og í Klaksvík. Har vóru tilsamans 22 bilførarar, sum lótu børnini sita leys í bilinum. 

Í Klaksvík stóð løgreglan í morgun uttanfyri skúlan á Skúlatrøð í bara 45 minuttir, og her gjørdist løgreglan ovfarin.Tí hesar 45 minuttirnar vóru ikki færri enn 13 bilførarar, sum lótu børnini sita leys í bilinum. 

Bilførararnir, 22 í tali, fáa klipp í koyrikortið og 1.500 krónur í sekt fyri ikki at hava børnini íbundin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109