- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prísurin á mjólk hækkar 4,5 prosent
Prísurin á mjólk hækkar 4,5 prosent
MBM sigur, at príshækkingar á m.a. fóðri, flutningi og pakningi gera tað neyðugt at hækka prísin
24.02.2022 - 15:48
Prísirnir á mjólk, mjólkarúrdráttum, djús og saft hækka 4,5 prosent 1. mars.
Tað boðar MBM frá í dag,
MBM sigur, at bæði útlendskir og føroyskir veitarar hava hækkað prísin á fóðri, flutningi, pakningi, íblandingarevnum, olju og øðrum vørum, sum hava týdning fyri framleiðsluna.
- Hesar príshækkingar eru so stórar, at tað slepst ikki undan at hækka prísin á okkara vørum, sigur MBM í tíðindaskrivi.
- Enn er ov tíðliga at siga, um príshækkingarnar á altjóða marknaðinum fara at standa við, ella um prísirnir lækka aftur, sigur MBM, sum sigur seg fylgja neyvt við gongdini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV