Fjarhitafelagið skal hava 30 mió. kr. í partapeningi aftrat

Fjarhitafelagið skal hava 30 mió. kr. í partapeningi aftrat
Tórshavnar kommuna fer at seta 15 mió. kr. í felagið, og hin eigarin, SEV, er eisini biðin um at seta 15 mió. kr. í
Útbyggingarnar hjá Fjarhitafelgnum skulu gera, at allur býurin í Havn skal hava fjarhita, sigur býráðið.
 
24.02.2022 - 10:29

Fjarhitafelagið skal hava 30 milliónir krónur aftrat í partapeningi. 

Tórshavnar kommuna fer at seta 15 mió. kr. í Fjarhitafelagið. Kommunan hevur fingið eina umsókn frá Fjarhitafelagnum um at hækka partapeningin.

Tórshavnar kommuna eigur helvtina av Fjarhitafelagnum.

SEV, sum eigur hina helvtina, hevur eisini fingið umsókn um 15 mió. kr.

Viðgera málið í kvøld

Umsitingin og fíggjarnevndin hjá býráðnum mæla til at samtykkja uppskotið um at hækka partapeningin í Fjarhitafelagnum.

Býráðið skal viðgera málið í kvøld.

Útbyggingarnar hjá Fjarhitafelgnum skulu gera, at allur býurin skal hava fjarhita, sigur býráðið.

Fjarhitafelagið hevur 5,5 milliónir í partapeningi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109