Landskassin fekk 141 mió. kr. í avkasti í fjør

Landskassin fekk 141 mió. kr. í avkasti í fjør
Stórur partur av gjaldføri landskassan er settur í virðisbrøv uttanlands
Í 2021 var avkastið 3,75 prosent, tilsamans 141 mió.kr. Serliga partabrøvini góvu nógv.
 
23.02.2022 - 11:46

Gjaldførið hjá landskassanum gav 141 mió. kr. í avkasti í fjør.

Tað sigur Landsbankin í ársfrágreiðingini fyri 2021.

Stórur partur av gjaldføri landskassan er settur í virðisbrøv uttanlands.

Í 2021 var avkastið 3,75 prosent, tilsamans 141 mió.kr. Serliga partabrøvini góvu nógv.

Landskassans gjaldføri hevur í miðal síðstu fimm árini givið 2,67 prosent í avkasti. Tað svarar í miðal til 90,6 mió. kr. um árið.

Ilt at meta um avkastið í ár

Trupult er at meta um gongdina hjá avkastinum í 2022, sigur Landsbankin. 

Vaksandi inflatión, væntanir um at sentralbankar fara at tátta í og hækka renturnar, fløskuhálstrupulleikar í flutningskervinum, hækkandi orkuprísir, spenta støðan millum Ukraina og Russland, umframt nógva smittan við omikron-variantinum gera óvissuna sera stóra. 

Higartil í ár hava partabrævakursirnir sveiggjað nógv, og tað sama hevur avkastið av lánsbrøvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109