Breddin: Føroyar og støðan í Ukraina

Breddin: Føroyar og støðan í Ukraina
Løgmaður og stjórin í Vinnuhúsinum vera í sendingini í dag
Russiskir loysingarmenn í Donetsk fegnast um, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur viðurkent landspartin í Ukraina sjálvstøðugan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.02.2022 - 09:29

Støðan í Ukraina tók eina avgerðandi vend í gjár, tá russiski forsetin avgjørdi at viðurkenna tveir eysturukrainskar landspartar sum sjálvstøðugar statir, og veita teimum stuðul við at senda inn herdeildir inn í Donetsk og Lugansk.

Nær gevst Russland?

Hvat verða avleiðingarnar? Bæði úti í heimi, og hvat kann nýggja støðan koma at merkja fyri Føroyar, bæði vinnuliga og politiskt?

Vit venda kikaranum eystureftir í dag, og royna at koma nærri nøkrum av hesum spurningum, saman við millum øðrum stjóranum í Vinnuhúsinum og løgmanni. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109