Sigurð Ó. Vang fer til Landsverk

Sigurð Ó. Vang fer til Landsverk
Mentanardeildin í Tórshavnar kommunu skal hava nýggjan leiðara
Sigurð Ó. Vang fer nú í deildarleiðarastarv á Landsverki.
 
17.02.2022 - 10:03

Landsverk hevur sett Sigurð Ólason Vang í starv sum deildarleiðari fyri Verkætlanardeildina.

Deildin er miðdepil fyri allar byggi-, verklags-, og viðlíkahaldsverkætlanir hjá stovninum. 

Níggju umsóknir komu til starvið.

Sigurð Ó. Vang er 48 ára gamal, útbúgvin cand.merc.jur., og hevur seinastu árini verið leiðari fyri mentanardeildini í Tórshavnar kommunu. Frammanundan var hann stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Sigurð Ó. Vang byrjar í leiðarastarvinum 1. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109