- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinna Poulsen fingið starvsløn í eitt ár
Kinna Poulsen hevur fingið eitt árs starvsløn frá Mentanargrunninum, og Kim Simonsen hevur fingið starvsløn í hálvt ár.
Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin fekk 118 umsóknir, og søkt var um knappar 33,5 mio. kr.
Grunnurin læt í ár slakar 3,5 mió kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul.
Umframt Kinnu Poulsen og Kim Simonsen, fingu fimm umsøkjarar fingu fýra mánaðir, tíggju fingu tríggjar mánaðir, 18 fingu tveir mánaðir, og tríggir umsøkjarar fingu starvsløn í ein mánað..
Tilsamans vóru 107 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2022.
Í hesum umfari fingu 38 starvsløn, og fýra fingu íverksetanarstuðul. Tey eru:
Fríða Djurhuus (tónlist)
Per Ingvaldi Højgaard Petersen (tónlist)
Jenný Kragesteen (palllist)
Jan Rúna Poulsen (tónlist)