Fundur um Hestleiðina í næstu viku

Fundur um Hestleiðina í næstu viku
Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur boðað til fundin
Eitt uppskot hevur verið at nýta Erlu Kongsdóttur til siglingina til Hestleiðina.
 
17.02.2022 - 16:14

Hestleiðin skal nú viðgerast.

Mikudagin í næstu viku verður fundur, har landsstýrismaðurin í samferðslumálum, stjórin á Strandferðsluni, stjórin á Landsverki, formaðurin í havnarnevndini í Tórshavnar kommunu, staðbundna nevndin í Hesti og sokallaða Teistanevndin vera við. 

Tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið hevur kallað inn til fund.

Eitt uppskot hevur verið at nýta Erlu Kongsdóttur til siglingina.

Hon tekur bara bilar, sum viga upp til 7 tons. Oljubilar, ruskbilar og renovasjónsbilar viga millum 25 og 32 tons. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109