- Tíðindi, mentan og ítróttur
50 milliónir fleiri í lønum í januar
50 milliónir fleiri í lønum í januar
Yvir 400 fleiri fólk høvdu arbeiði í Føroyum í januar í ár enn í januar í fjør
15.02.2022 - 10:10
Slakar 820 milliónir krónur vóru goldnar í lønum í Føroyum í januar.
Tað eru nærum 50 milliónir, 6,2 prosent, meira enn í januar í fjør.
Og yvir 400 fleiri fólk høvdu arbeiði í Føroyum í januar í ár enn í januar í fjør.
Tey vóru 26.800 í januar ár, 1,2 prosent fleiri enn í fjør.
Talan er um 13.600 menn og 13.200 kvinnur, 200 fleiri menn og 200 fleiri kvinnur enn í januar í fjør.
Menn fáa meira
Menninir fingu 485 milliónir í løn í januar og kvinnurnar 332 milliónir krónur.
Menn fáa meira í løn enn kvinnur.
Í januar vóru 50,8 prosent av løntakaraskaranum menn og 49,2 prosent kvinnur.
Tá talan er um lønina, er munurin millum kynini størri, 59 prosent eiga menn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV