Eingin sáttmáli enn gjørdur um bergholið til Fámjins

Eingin sáttmáli enn gjørdur um bergholið til Fámjins
Løgtingið hevur játtað 169 milliónir krónur til at gera berhol millum Ørðavík og Fámjin
Í Fámjin bíða tey við spenningin eftir bergholinum
Mynd: Savnsmynd  
 
11.02.2022 - 08:00

Hóast tvey tilboð eru lægri enn játtaðu pengarnir, er sáttmáli ikki gjørdur enn um bergholið til Fámjins.

Løgtingið hevur játtað 169 milliónir krónur til at gera berhol millum Ørðavík og Fámjin.

Trý tilboð komu hálvan desember.

J&K Petersen bjóðaðu 155,5 mió. kr., Articon: 157,6 milliónir og MT Højgaard 218,7 mió. kr.

Landsverk segði tá, hálvan desember, at væntandi verður klárt at gera sáttmála um arbeiðið fyrst í hesum árinum.

 

Skal vera liðugt í 2024

Bergholið 1,2 kilometrar langt og 8,5 metrar breitt.

Harafturat skulu gerast vegir, ein kilometur í Ørðavík og 400 metrar í Fámjin. 

Bergholið skal vera liðugt í 2023 ella 2024. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109