- Tíðindi, mentan og ítróttur
53.664 fólk í Føroyum 1. januar
53.664 fólk í Føroyum 1. januar
Tað búðu 765 fleiri fólk 1. januar í ár enn somu tíð í fjør. Tað er ein vøkstur á 1,4 prosent
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
10.02.2022 - 17:24
1. januar í ár búðu 53.664 fólk í Føroyum.
Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.
Hetta eru 765 fólk fleiri enn um somu tíð í fjør, og svarar til ein vøkstur á 1,4 prosent.
Gongdin líkist tí nógv gongdini í 2020, um enn vøksturin er eitt vet minni.
Í 2020 og 2021 vaks fólkatalið millum 1,4 og 1,6 prosent fyr hvørt 12-mánaðarskeið, meðan vøksturin árini 2018 og 2019 lá millum 1,6 og 1,8 prosent fyri hvørt 12 mánaðarskeið.
Í meðal svaraði fólkavøksturin til, at tað løgdust 65 fólk aftrat um mánaðin í 2020 og 2021.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV