Hetlendingar vilja eisini hava undirsjóvartunlar

Hetlendingar vilja eisini hava undirsjóvartunlar
Fólk vilja gjalda tunnilsgjald, sum líkist tí, ferjurnar nú taka
Fólk í Hetlandi hava tosað við stjóran a Landsverki um undirsjóvartunlarnar í Føroyum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.02.2022 - 12:10

Í Hetlandi eru tey farin at tosa um at binda tær fýra oyggjarnar Yell, Unst, Whalsay og Bressay saman við undirsjóvartunlum.

Og fólk vilja gjalda tunnilsgjald, sum líkist tí, ferjurnar nú taka.

Millum annað hava fólk í Hetlandi spurt stjóran á Landsverki, Sigurd Lamhauge, um føroysku undirsjóvartunlarnar.

Tøkniliga ber til at gera undirsjóvartunlar til tær fýra hetlendsku oyggjarnar, sigur Andy Sloan, serfrøðingur, við Shetland News.

Hann sigur, at livitíðin hjá tunlunum er 200 ár.

Eitt endamál við at gera undirsjóvartunlarnar í Hetlandi er at fáa ungfólk at flyta til oyggjarnar og geva teimum somu møguleikar sum fólk í býunum.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109