Smyril hevur avlýst 23 túrar í ár

Smyril hevur avlýst 23 túrar í ár
Smyril hevur avlýst fleiri túrar seinastu árini. Tað vísir ein fyrispurningur hjá løgtingsmanni Bjarna Hammer. Men samstundis er túratalið er munandi økt hesi árini
Higartil í ár hevur Smyril avlýst 23 túrar á suðuroyarleiðini.
 
08.02.2022 - 15:29

Bjarni Hammer spurdi, hvussu ofta Smyril avlýsir túrar til Suðuroyar. Sambært Bjarna Hammer, so er tað ein afturvendandi trupulleiki, at túrar verða avlýstir. 

Nú hevur Strandferðslan umvegis Jørgen Niclasen svarað. Gamaní, so eru fleiri avlýsingar seinastu árini. 

25 túrar árliga vóru avlýstir í 2015, 26 túrar í 2016, heilir 40 túrar í 2017, síðani minkaði talið til 14 avlýsingar í 2018, 26 í 2019 27 í 2020, 35 í 2021 og higartil í ár eru 23 túrar longu avlýstir. 

Tað er ringa veðrið á hávetri, sum ber ábyrgdina fyri flestu avlýstu túrunum. 

 

Økt túratal
Í tíðarskeiðinum 1991-2000 vóru sambært Strandferðsluni í miðal 1.050 túrar millum Havnina og Suðuroy um árið. Í 2010 var túratalið um Suðuroyarfjørð umleið 1.650 um árið.

Eftir galdandi ferðaætlan siglir Smyril 365 dagar um árið, og siglir 18 ferðir aftur og fram, ella 36 ferðir um Suðuroyarfjørð um vikuna. Árliga túratalið um Suðuroyarfjørð er eftir hesum 1.872. 

Strandferðslan upplýsir, at túratalið er vaksð 822 túrar í tíðarskeiðinum, sum svarar til 77,3%. Økt túratal merkir, alt annað óbroytt, fleiri avlýsingar. 

Strandferðslan upplýsir, at í tíðarskeiðinum 2015 -2022 hava tað verið millum 14 og 40 avlýsingar árliga.

Størsta orsøkin til avlýsingar er veðrið, tær flestu eru á hávetri. Samanborið við samlaða túratalið, eru avlýsingar millum 0,75% til 2,14%

Tá avloysaraskip eru fyri Smyril, verða vanliga sigldir væl færri túrar (avmarkað ferðaætlan), sum verður skrásett sum avlýsingar. Nakrar avlýsingar eru vegna teknisk viðurskifti, umvælingar, dagføringar, eftirlit og annað. 

 

Hoyr Bjarna Hammer gera viðmerkingar til svarið her:

 

1507836

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109