- Tíðindi, mentan og ítróttur
Savnsvørðurin í Havn sagt seg úr starvi
Savnsvørðurin í Tórshavnar kommunu, Margretha Nónklett, hevur nú sagt seg úr starvi.
Margretha Nónklett hevur áður víst á ótolandi arbeiðsumstøður, orsakað av óvissu hølisviðurskiftunum hjá býarsavninum.
- Sum støðan er í løtuni, er avgerð ikki tikin um, hvat bygningurin á Frúutrøð, har býarsavnið húsast, skal nýtast til.
Tað sigur Anfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, í stuttari viðmerking til Kringvarpið.
Eingin støða tikin
- Eg eri júst kunnaður um, at Margretha Nónklett hevur sagt seg úr starvi, og tað eri eg sjálvandi harmur um, sigur hann.
- Býráðsfundur hevur ikki verið, síðani savnsvørðurin segði seg úr starvi, og tí er trupult hjá mær at siga, hvat fer at henda við býarsavninum. Málið liggur í løtuni í byggi- og býarskipanarnevndini, ið skal taka støðu til, um bygningurin skal nýtast til íbúðir ella ikki, sigur Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Býarsavnið hevur hildið til í gamla elementskúlanum á Frúutrøð, men í løtuni er ógreitt, hvat fer at henda við býarsavninum.