- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elframleiðsla: Tungolja setti met í fjør
Elframleiðsla: Tungolja setti met í fjør
Í fjør brúkti SEV 54.000 tons av olju fyri góðar 181 mió. kr.
08.02.2022 - 10:59
Oljan er framvegis væl og virðiliga við, tá streymur skal gerast í Føroyum.
Tungolja setti met í fjør.
Tá vindorkan var útbygd, minkaði oljuparturin niður í 40 prosent í 2015, sigur Umhvørvisstovan í frágreiðing um elframleiðslu í Føroyum frá 2011 til 2021.
Men síðani tá, í 2015, er oljuparturin bara vaksin ár um ár, til hann í 2021 er oman fyri 60 prosent.
Orsøkin er økta elnýtslan í samfelagnum sum heild og eisini, at fáar útbyggingar við varandi orku hava verið.
Í fjør brúkti SEV 54.000 tons av olju fyri góðar 181 mió. kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV