- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsgevarar: KvF-gjaldið eigur at verða strikað
Føroya arbeiðsgevarafelag heldur tað vera rætt at lata onnur enn politisku flokkarnar tilnevna stýrislimirnar hjá Kringvarpinum.
Felagið tekur tó ikki støðu til, um tað er besta loysnin at lata júst felagsskapirnar, sum eru í uppskotinum hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, tilnevna limirnar í stýrið.
Føroya arbeiðsgevarafelag hevur skrivað hoyringarsvar um ætlaðu broytingarnar í kringvarpslógini.
Í uppskotinum lækkar kringvarpsgjaldið nakað hjá fyritøkum, sum rinda minni enn tvær milliónir krónur um árið í lønum.
Gjaldið eigur at verða strikað
Arbeiðsgevarafelagið heldur í fyrsta lagi, at kringvarpsgjaldið hjá fyritøkum eins og í okkara grannalondum eigur at verða strikað.
Fæst ikki undirtøka fyri hesum, mælir felagið í øðrum lagi til, at gjaldið hjá fyritøkum verður lækkað munandi.
Kann ikki prísjavnast
Arbeiðsgevarafelagið sigur eisini, at kringvarpsgjaldið kann ikki prístalsjavnast og hækka sjálvvirkandi tvey prosent um árið.
Gjaldið er beinleiðis skattur. Tað kann tí, sambært stýrisskipanarlógini, ikki hækka sjálvvirkandi.
Hækkingin má leggjast fyri løgtingið í hvørjum einstøkum føri, sigur Arbeiðsgevarafelagið.