- Tíðindi, mentan og ítróttur
El-framleiðslan vaksin 54 prosent seinastu 10 árini
El-framleiðslan vaksin 54 prosent seinastu 10 árini
Tørvurin hjá føroyingum eftir ravnmagni er vaksin so nógv, at el-framleiðslan hjá SEV er vaksin við heili 54 prosentum seinastu tíggju árini
Mynd: Pól Sundskarð
07.02.2022 - 17:21
Føroyska elframleiðslan er vaksin 54 prosentum seinastu tíggju árini.
Frá 274 gigawatttímum í 2011 til 422 gigawatttímar í 2021.
Í 2021 var oljunýtslan til el-framleiðslu 54.000 tons, sum kostaðu SEV 181 milliónir krónur.
Stór sveiggj í vatnorkuni
Framleiðslan úr vatnorku hevur sveiggjað millum 93 gigawatttímar og 134 gigawatttímar og hevur í miðal verið 107 gigawatttímar.
Ongin útbygging av vatnorku hevur verið hesi árini, og avfalsnøgdirnar eru ymiskar frá ári til ár.
Vindorkan hevur givið størri íkast so hvørt sum nýggjar vindmyllur eru settar upp.
Í 2021 vóru samanlagt 25 megawatt í rakstri, og framleiddu vindmyllurnar 52,5 gigawatttímar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. desember
LEITISSTEIN 17.12.2024 (Alternativur jólatónleikur 2024 v/Eileri Sørensen)
185259
Nýggjastu sendingar í SV