- Tíðindi, mentan og ítróttur
Land og kommunur fingu meira skatt
Land og kommunur fingu meira skatt
A-inntøkan í januar var 986,6 mió. kr.
04.02.2022 - 08:21
Fleiri pengar komu í almennu kassarnar í januar í ár enn í januar í fjør.
Landskassin fekk átta milliónir krónur meira í skatti og kommunurnar slakar 11 milliónir.
A-inntøkan í januar var 986,6 mió. kr.
Í januar í fjør var hon 929,7 milliónir.
Tølini fyri januar í ár eru størri enn tey vóru í januar 2020, tað er, áðrenn korona kom.
Í innflutningsgjøldum fekk landskassin 194,4 milliónir í januar í ár, harav 180,3 í innflutningsmeirvirðisgjaldi.
Hesi tøl vóru ávikavist 179 milliónir og 160 milliónir í januar 2021.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV