- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grøna orkuframleiðslan er minkað seks ár á rað
Grøna orkuframleiðslan er minkað seks ár á rað
Umleið 62 prosent av orkuframleiðsluni hjá SEV í fjør var úr olju
04.02.2022 - 14:37
Føroyar gjørdust meira svartar í fjør, tí sætta árið á rað er grøna orkan minkað.
Í fjør var grøna framleiðslan hjá SEV 38,1 prosent, meðan restin, 61,9 prosent, var olja.
Heri Mortensen er deildarstjóri fyri el-framleiðsluni hjá SEV:
1507016
Í 2015 vóru 60 prosent av orkuni framleidd úr varandi keldum. Tað er grønasta árið, sum Føroyar nakrantíð hava havt.
Talið er síðani minkað á hvørjum ári. Í 2019 var talið 40 prosent, og í 2020 38,7%, og í fjør 38,1 prosent.
1507021
Heri Mortensen er deildarstjóri fyri el-framleiðsluni hjá SEV.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV