- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framleiðslan hjá SEV setur met
Í desember í fjør gjørdi SEV yvir 40 gigawatttímar av streymi. Hetta var fyrstu ferð, at SEV gjørdi yvir 40 gigawatttímar í ein einstakan mánað.
Í fjør var størri eftirspurningur eftir streymi enn í 2020. Hann var fýra prosent størri.
SEV gjørdi 424 gigawatttímar í fjør. Tað er tað mesta í einum ári.
Verkini hjá SEV gjørdu 97 prosent, biogassverkið Førka gjørdi 6,8 gigawatttímar og myllurnar hjá Vindrøkt í Vestmanna 5,9 gigawatttímar.
Meiri grøn orka
Grøna orkan var góðar 161 gigawatttímar í fjør, 2,5 prosent fleiri tímar enn í 2020.
61,9 prosent komu úr olju, og 38,1 prosent vóru varandi orka.
Sólorkan í Sumba gav SEV 177 megawatttímar í fjør, 4,75 prosent meira enn í 2020.
177 megawatttímar um árið svara til streymin, sum okkurt um 35 húski brúka. Ein megawatttími er 1.000 kilowatttímar.
Besti sólorkudagurin í fjør var 22.mai.
Biogass
Ein onnur øðrvísi orkukelda er biogassverkið Førka.
Førka hevði sítt fyrsta heila ár í fjør og gjørdi 6,8 gigawattímar, 1,6 prosent, av streyminum, sum var gjørdur í Føroyum í fjør. Hetta gjørdi, at 1.400 tons av olju kundu sparast á Sundsverkinum.