- Tíðindi, mentan og ítróttur
845 fólk vendu sær til rættarhjálpina í fjør
845 fólk vendu sær til rættarhjálpina í fjør
11 mál vóru tikin uppaftur í rættarskipanini, og tvey teirra vóru avgreidd
04.02.2022 - 08:38
Tilsamans vendu 845 fólk sær til rættarhjálpina í fjør.
Sum oftast verða fyrispurningar frá fólki svaraðir og harvið avgreiddir beinanvegin.
Sambært ársfrágreiðingini hjá rættarhjálpini fyri í fjør, høvdu mongu fyrispurningarnir við sær, at 11 nýggj mál vórðu tikin upp til viðgerðar í rættarskipanini. Av hesum 11 málum vórðu tvey mál avgreidd í fjør.
21 løgfrøðingar eru knýttir at rættarhjálpini, sum er ein ókeypis tænasta fyri fólk at brúka.
Danska løgmálaráðið og landsstýrið gjalda útreiðslurnar hjá rættarhjálpini, sum hevur virkað síðani 1996.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV