Sí myndirnar: Hátíðarhald í Sandoynni

Sí myndirnar: Hátíðarhald í Sandoynni
Nógv fólk vóru komin saman at hátíðarhalda, at seinasta skotið í Sandoyartunlinum varð latið av
94 ára gamla Harriet Krogh Jensen, sum loysti síðsta skotið í Sandoyartunlinum av
Mynd: Finnur Justinussen  
 
03.02.2022 - 13:39

Myndirnar tók Finnur Justinussen.

Spentir sandoyingar til hátíðarhaldið í ítróttarhøllini á Sandi. 

Tað var 94 ára gamla Harriet Krogh Jensen av Sandi, ið skeyt síðsta skotið í Sandoyartunlinum.

Hoyr samrøðu, sum Emil Lisberg Jacobsen gjørdi við hana í útvarpstíðindunum:

Harriet_Krogh_Petersen_til_NET

Bergur Poulsen, nevndarformaður í felagnum Eystur- og Sandoyartunlum, heldur røðu.

Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlar. Hann helt tað vera ov tíðliga at siga, nær tað verður koyrandi, men arbeiðið skal verða liðugt í seinasta lagi í desember í 2023.  

Fólk fegnaðust, tá síðsta skotið varð latið av. 

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, heldur røðu. 

Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi. 

Bergur Poulsen, nevndarformaður í Eystur- og Sandoyartunlum, segði, at hann væntaði, at tað verður koyrandi gjøgnum Sandoyartunnilin um hálvtannað ár, og so er bara at seta á Suðuroyartunnilin. 

Sandoyartunnilin hevur verið politiska hjartamálið hjá Gerhardi Lognberg, borgarstjóra og fyrrverandi løgtingsmanni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109