Gunnar Nielsen fíggjarstjóri í SalMar

Gunnar Nielsen fíggjarstjóri í SalMar
Frá 2014 til 2019 var Gunnar Nielsen fíggjarstjóri í Bakkafrosti
Gunnar Nielsen tekur nú við starvi sum fíggjarstjóri í norsku alifyritøkuni SalMar.
 
03.02.2022 - 09:29


Gunnar Nielsen, fyrrverandi fíggjarstjóri hjá Bakkafrosti, skal nú vera fíggjarstjóri í stóru, norsku alifyritøkuni SalMar ASA.

Tað boðaði fyritøkan frá í gjár.

Frá 2014 til 2019 var Gunnar Nielsen fíggjarstjóri í Bakkafrosti. 

Seinastu árini hevur Gunnar Nielsen sitið sum fíggjar- og varastjóri í bilasøluni Reyni Service. 

44 ára gamli Gunnar Nielsen er útbúgvin ‘Master of Science in Business Economics and Auditing” á Copenhagen Business School.

Í SalMar skal Gunnar Nielsen avloysa Trine Sæther Romuld, ið fer í nýtt starv sum stjóri í SalMar Aker Ocean, eitt felag, ið arbeiðir við aling úti á opnum havi.

- Vit fegnast um at fáa Gunnar við á liðið sum nýggjan fíggjarstjóra í SalMar. Hansara royndir í alivinnuni, altjóða royndir og vitan um strandamentan eru dygdir, ið hóska væl til okkara framtíðar vakstrarætlanir, sigur stjórin í SalMar, Gustav Witzøe, í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109