- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri skattakrónur í Klaksvík
Fleiri skattakrónur í Klaksvík
Í januar fekk Klaksvíkar kommuna 17,6 mió. kr. í skatti, sum eru 10,7 prosent fleiri enn sama mánað í fjør
03.02.2022 - 15:51
Skattainntøkurnar í Klaksvík vuksu 10,7 prosent í januar.
Fyrsta mánaðin í árinum fekk kommunan 17,6 milliónir krónur í skatti, sum eru 1,7 milliónir meira enn í januar í fjør.
Í fíggjarætlanini fyri í ár eru persónsskattainntøkurnar í Klaksvíkar kommunu mettar til 240 milliónir kr., ella 6,7 prosent fleiri enn í fjør.
Miðalinntøkuvøksturin hjá øllum kommununum í januar var 7,5 prosent.
Skattainntøkan vaks í 26 av teimum 29 kommununum í januar. Tríggjar kommunur fingu nakað minni skatti í ár enn í januar í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV