- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava borað ein fjórðing av tunlunum norður um Fjall
Hava borað ein fjórðing av tunlunum norður um Fjall
Starvsfólk hjá Articon fingu tunnilskaku í gjár í sambandi við, at nú er ein fjórðingur av tunlunum norður um Fjall boraður
03.02.2022 - 07:04
Tað gongur væl at bora tunlarnar norður um Fjall.
Nú er ein fjórðingur av tunlunum boraður, og tí fingu starvsfólk góða tunnilskøku í gjár.
Fyrsta skotið til tunlarnar norður um Fjall varð latið av 30. september í fjør.
Skulu vera lidnir í 2024
Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur, og Hvannasundstunnilin umleið 2200 metrar. Harumframt eru vegir til tunlarnar.
Løgtingið hevur játtað tilsamans 522 milliónir kr. til báðar tunlarnar norður um Fjall, sum skulu verða lidnir á heysti í 2024.
Báðir tunlarnir verða boraðir úr Árnafirði.
Byggifelagið Articon ger arbeiðið, og arbeitt verður alt samdøgrið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV