- Tíðindi, mentan og ítróttur
Faroe Ship gevst við farleiðini til Hanstholm
Minni enn eitt ár eftir, at Faroe Ship fór at sigla við farmi til Hanstholm, gevst felagið nú við farleiðini.
Tað skrivar heimasíðan hjá áhugafelagnum Antares, sum hevur tíðindini úr danska blaðnum Søfart.
Orsøkin er, at undirtøkan hevur ikki verið nóg góð fyri farleiðini millum Havnina og Hanstholm, sum byrjaði í apríl í fjør.
Gekk ikki sum væntað
- Tað gekk ikki sum væntað, vit fingu ikki nóg stórar nøgdir av farmi, sigur stjórin á Faroe Ship, Bogi P. Nielsen, við danska blaðið.
Ætlanin var annars, at nýggja farleiðin skuldi gera tað lættari at útflyta føroyskar vørur til evropeiska marknaðin.
Farmaskipið Vantage røkti siglingina hjá Faroe Ship millum Havnina og Hanstholm.